Tíðindaskriv/ Gamla seglhúsið
Sunnudagin 19. apríl 2026 letur upp listaframsýning við Eyðun av Reyni í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.
Fernisering við lættari ábiti og tónleiki verður kl. 16:00 og eru øll hjartaliga vælkomin á gátt, Klaksvíksvegur 48 í Klaksvík.
Framsýningin umfatar málningar og vatnlitamyndir, og er talan um eina søluframsýning, sum hongur uppi fram til hálvan mai mánaða.
Eyðun av Reyni hevur útbúgving frá Askou-Jensens Tegnesk., Kbh. 1971-72; Kunstakad. Kbh., malersk., (Wilhelm Freddie) 1972-78.
Hjartaliga vælkomin

