Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða

Gøtu kirkja – Gudstænasta

SUNNUDAGIN 2. FEBRUAR - Gøtu kirkja. Kl 11.00. Gudstænasta við presti. Gøta er kyndilsmessubygd, og tí verður eitt sindur gjørt burturúr degnum. Kirkjuliðið verður tessvegna boðið til døgurða eftir gudstænastuna. […]

Fríðrikskirkjan – Gudstænasta

SUNNUDAGIN 2. FEBRUAR ERU HESAR TÆNASTUR Í NES PRESTAGJALDI - Fríðrikskirkjan. Kl 11.00. Gudstænasta við prósti. Vælkomin øll!

Missónshúsið á Strondum – bønargonga

Sunnikvøldið kl 18 verður bønargonga. Tað verður skipa fyri barnaansing. Aftaná verður nátturði, vit hava breyð og bollar og øll hava viðskera við. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Glyvra kirkja – føstugudstænasta

Mikukvøldið 19/3 verður føstugudstænasta kl. 20. Tummas Lykke Kannuberg, prestur, prædikar. Sløkkiliðsmennirnir koma at syngja.

Leirvíkar missiónshús – møti

Komandi sunnukvøld kl 18.00, fer Marius Jacobsen at leiða okkum ígjøgnum lív Ábrahams, uttan iva ein spennandi ferð. Bønarløra er kl 17:30 Hjartaliga vælkomin á møti

Bønhúsið í Søldarfirið – Páskir

Skrá fyri Bønhúsið um páskirnar: Skírhósdag klokkan 12.30 hevur Meinhard Bjartalíð, sóknarprestur, gudstænastu við altargongd. Langa fríggjadag klokkan 11.00 verður lestur. Páskadag klokkan 11.00 verður víst til páskagudstænastu í Glyvra […]

Nes prestagjald

ANNAR SUNNUDAG EFTIR PÁSKIR 4. MAI ERU HESAR TÆNASTUR Í NES PRESTAGJALDI - Fríðrikskirkjan. Kl 11.00. Gudstænasta við prósti. Altargongd. - Gøtu kirkja. Kl 11.00. Gudstænasta við lestri. Vælkomin øll

Bønhúsið í Søldarfirði

Í morgin er sunnudagur. Vit hava lestur klokkan 11.00, og av tí at tað er fyrsti sunnudagur í mánaðinum verður savnað inn til húsið.