Ítróttartiltøk
Bønhúsið í Søldarfirið – Páskir
Átrúnaður og tiltøk
Stað
Byrjar
April 17, 6:00 am
Enda
April 21, 11:00 am
Upplýsingar um event
Skrá fyri Bønhúsið um páskirnar:
Skírhósdag klokkan 12.30 hevur Meinhard Bjartalíð, sóknarprestur, gudstænastu við altargongd.
Langa fríggjadag klokkan 11.00 verður lestur.
Páskadag klokkan 11.00 verður víst til páskagudstænastu í Glyvra kirkju við Meinhardi Bjartalíð, sóknarpresti.
Annan páskadag klokkan 11.00 verður lestur.
Tá ið hvíludagurin var farin, keyptu Maria Magdalena og Maria, móðir Jákups, og Salóme vælangandi smyrsl fyri at fara at salva hann. Og reiðuliga árla á morgni hin fyrsta dagin í vikuni koma tær til grøvina, um sólarris. Og tær søgdu hvør við aðra: «Hvør skal velta okkum steinin burtur frá gravarmunnanum?» Og tá ið tær hugdu upp, vórðu tær varar við, at steinurin var veltur frá, tí at hann var ógvuliga stórur. Og tær fóru inn í grøvina og sóu ein ungan mann sitandi høgrumegin í síðum, hvítum klæðum, og tær ræddust. Men hann sigur við tær: «Ræðist ikki! Tit leita eftir Jesusi úr Nasaret, hinum krossfesta; hann er risin upp, hann er ikki her. Hyggið, har er staðurin, har sum teir løgdu hann. (Mark 16,1-6)
Gleðiligar páskir.