Stóra máli seinastu tíðina hevur óiva verið málið um Burðardygga ferðavinnu eisini betri kent sum Gongd í haga.
Síðsta fríggjadag var hoyringsfreistin fyri at lata hoyringssvar inn farin, eftir at landstýrismaðurin í Uttanríkis-og vinnumálaráðnum, Høgni Hoydal, hevði ferðast runt landið har hann hevði greitt frá sínum lógaruppskotið og sínum sjónarmiðum um ferðvinnuna.
Men nú eru almenn skjøl komið undan kavi, sum siga at Uttanríkis – og vinnumálaráðharrin kanska ikki hevur sagt føroyafólki allan sannleikan um hansara leiklut í málinum um ferðavinnuna lógaruppskotið.
Sambært eigarayvirlitinum á Skráseting Føroya, so stendur Høgni Hoydal at eiga 33 procent í sp/F Boattours.fo, saman við øðrum. Og í endamál felagsins stendur at at lesa soleiðis “reka virksemi innan bátarakstur, og ferðavinnu og annað í hesum sambandi.
Hetta er ikki í tráð við persónligu upplýsningarnar hjá landsstýrismanninum, sum hann hevur upplýst á heimasíðuni hjá Føroya Landsstýri, tá ið hann var settur.
Har stendur m.a. at lesa, at hann hevur upplýst at undir “Egið virkið – einki” og undir “Vinnulig áhugamál – einki”.
Tí kundi tað tykist heldur undrunarsamt, nú hann umboðar ferðavinnuna í landsstýrinum og skal í tingið við lógharuppskotinum, at hann ikki hevur upplýst hetta áður. Hvørki á fyrr nevndu heimasíðu hjá Føroya Landsstýri ella á øllum teimum mongu fundunum hann hevur verið á seinastu tíðina kring landið.
Spurningurin kann tí verða reistur um landsstýrinsmaðurin er ógengnigur í málinum?
Leinkja til Føroya Landsstýri:
https://landsstyri.cdn.fo/savn/17617/høgni-hoydal.pdf?s=2rGJHfLAWyRmF5RFUsd3ezKgMRk
Deil á Facebook