Tíðliga seinnapartin í dag hendi enn eitt ferðsluóhapp í Gøtudali, hesuferð við seinnu innkoyringina til Norðragøtu, tá ið koyrandi verður oman frá rundkoyringini til Leirvíkstunnilin.
Tveir bilar vóru íblandaðir í óhappinum. Sum skilst var óhappið ikki ógvusligt, men tvey fólk vóru send á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar.