Mynd: Eysturoyrportalurin
Veðrið hevur veruliga víst seg frá síni allarbest síðu seinastu dagarnar. Tað hevur verið mest sum stilli og bakandi sól nógvastaðni – tó onkustaðni mjørki. Men tað er heldur ikki verri enn ilt.
Men nú verður kaldari. Veðurforsøgnin hjá føroysku veðurstovuni sigur, at út á seinnapartin í dag eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, norðan, tað fer at draga á luftina og sum frálíður er samdrigið. Í kvøld veksur vindurin. Í nátt er frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, norðan ella landnyrðingur, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Fyrrapartin í morgin upp í ein strúk, 13 m/s. Hitin í dag millum 5 og 8 stig.
