Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.05.2023 14:49

Endurreisa gamla skúlan í Søldarfirði – Runavíkar kommuna

Myndir: Ruavíkar kommuna

24. november í fjør samtykti býráðið við 9 atkvøðum fyri og einari ímóti – ein var burturstødd – fíggjarætlanina hjá Runavíkar kommunu fyri árið 2023. Ein minni partur av íløgunum var settur av til at endurreisa gamla skúlan í Søldarfirði, ið stendur nakað omanfyri bygdina.

Skúlin var bygdur, tá ið komið var væl fram í 19. øld. Maria Jacobsen hevur í einum riti skrivað, at skúlin varð vígdur hin 9. desember í 1890. Í ritverkinum Av Tinghellu á Førjaklettin hevur Helgi Jacobsen skrivað søguna um skúlarnar her umleiðir, – eisini um Søldarfjarðar skúla ( blaðsíður 128-208; bind 3). 1. oktober í 1956 var nýggjur skúli tikin í brúk í bygdini, og síðan hevur gamli skúlin at kalla ongan góðan átt. Onkur royndin er hesi árini  gjørd til tess at bjarga honum, men nú stendur hann sum ein vitnisburður um at hesar miseydnaðust.

Í morgun gjørdu borgarstjórin, Tórbjørn Jacobsen, og formaðurin í mentanarnevndini, Petur Hansen, slektaður úr Grund í Søldarfirði, ein túr niðan til skúlan, – við okkum høvdu vit Einar Toftegaard. Ørindini vóru at skoða skúlan, og sum sæst á myndunum, er standurin ikki góður. So at siga allur norðurendin er rapaður, – kortini er suðurendin inntaktur og múrarnir eystur- og vestureftir somuleiðis. 5 hundrað túsund krónur eru settar av í ár til endamálið at endurreisa skúlan, men nú skal ein meting gerast um hvat ið ber til og ikki. Einar hevur mált skúlan upp, og verður politiska niðurstøðan hon, at hann verður bøttur, skal tað eisini takast upp hvat ið hann kann brúkast til í nýggjum sniði, har treytaleys atlit kortini verða tikin til bygningin soleiðis, sum hann sá út í 1890 – fyri sløkum 123 árum síðan. Nógvir praktiskir spurningar standa eisini ósvaraðir, t.d. um jørð og atkomu. Meiri verður at frætta um málið sum frálíður.