Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.11.2022 19:25

Ellivu – nýtt blað

Mynd: Ellivu (forsíðan)

Fjórða og seinasta útgávan av Ellivu í 2022, er komin. Hon røkkur heilt úr Klaksvík til Katar. FM-rómurin við Djúpumýru verður skjótt skiftur út við umstrídda HM-endaspælið í Katar. Tú kanst lesa alt um KÍ og HM í Katar í nýggjastu útgávuni.

Jákup og Rannvá Biskopstø Andreasen eru bæði úr stoltari fótbóltsfamilju. Ellivu hevur verið og vitja Jákup B. Andreasen, sum ætlar at gera KÍ til mest vinnandi felagið hjá monnum, og Rannvá B. Andreasen, ið er ein vinnaramaskina, sum ikki er heilt liðugt enn.

Meðan FM-rómurin ongan enda fær í Klaksvík, er støðan ein heilt onnur í Suðuroynni. Fótbólturin hevur ringt við at finna fótafestið í bestu deildini, og innanhýsis ósemjur leggja fótonglar fyri samstarv. Emil L. Jacobsen hevur verið á vitjan sunnanfyri.

Spurt verður eisini hvar eru teir, sum fóru fyrsta túrin í Evropa fyri B71. Súni Olsen velur sínar bestu Ellivu, og hugt verður nærri at Thomas Bjørn Miezan og Annu Katrinu Mikkelsen, sum bæði hava valt at spæla fótbólt í Danmark

Stór HM-plakat

HM verður í Katar i vetur og upptakt er í blaðnum. Tað verður hugt nærri at bólkunum, men eisini umstríddu søguni upp til HM-endaspælið. Í miðjuni er eisini ein stór HM-plakat, har tú kanst fylgja við og fylla út úrslitini.

Ellivu

Tróndur Arge

Blaðstjóri