Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.11.2023 08:54

Elinborg útgevur live tónleik

Elinborg - Live from "í Luftini" at KVF

Í September 2022 útgav Elinborg vælumtøktu útgávuna ‘Vera’, sum m.a var tilnevnd bestu tekstir á FMA 2022. Í løtuni hevur útgavan yvir 120.000 streams á Spotify.
Á útgávuni eru eitt nú løgini ‘’Vón mín’ og ‘’Sjórok’’. Nú er Elinborg tøk við live versiónum av hesum løgum, sum er upptikinar í Kringvarpi Føroya, hetta í samstarvi við Faroe Music Export (FMX).

Tónleikararnir, ið eru við á upptøkuni eru: Elinborg Pálsdóttir – Songkvinna og sangskrivari Heðin Ziska Davidsen – Bas, synth og guitar Jan Rúni Poulsen – Trummur og bas
Finnur Hansen – Mix

Løgini eru at finna á øllum stroyming tænastum.

• Lurta her: https://elinborg.lnk.to/live
• Síggj ‘sjórok’ Live from í Luftini her:

Spjaldur