Sjóvar Kommuna
Týskvøldið 18. juni hevði Elin Henriksen sín seinasta arbeiðsdag á Stranda bókasavni.
Tí varð skipað fyri einum drekkamunni á kommunuskrivstovuni í gjár, har vit fingu høvi at takka Elini fyri drúgva tænastu og handað henni eina gávu sum tøkk.
Elin hevur hevur arbeitt á bókasavninum síðani 2007, fyrst sum skúlabókavørður, og síðani 2011 sum bókavørður fyri almenna bókasavninum á Strondum.
Sjóvar kommuna takkar Elini fyri tíðina og ynskir henni alt tað besta framyvir.
Deil á Facebook