Mynd: Sunda kommuna
Sunda kommuna bjóðar øllum borgarum, ið eru 60 ár og eldri til ein hugnaligan dag í Eydnuni á Oyrarbakka.
Skrá:
Dagurin byrjar við morgunmati kl 09.30. Borgarstjórin bjóðar vælkomin og sigur nøkur orð. Aftaná vera ymisk innsløg og framløgur sum á ymiskan hátt seta fokus á at gerast eldri og sálarliga heilsu. Ruben Busk fer at gera góðan mat. Tiltakið endar kl 14.00. Nágreinilig skrá verður kunngjørd tá dagurin nærkast.
Tilmelding
Tiltakið er ókeypis, og fyri allar borgarar í Sunda kommunu, ið eru 60 ár og eldri.
Tekna teg til í Blákolluni ella ring/skriva til Winnie Hansen á tlf 222583
