Mynd: Bjarni K. Petersen
Lesarabræv
Tað er sum við einligu mammuni, sum hevur ábyrgd av børnunum og má taka allar tær truplu avgerðirnar. Hon veit, at mann má raðfesta. Sumt er meiri neyðugt enn annað, og viðhvørt mást tú siga nei. Nei til góðgæti. Nei til fastfood. Nei til nýggjar leikur.
Hon veit, at hon má lata nøkur ting bíða, tí inntøkurnar røkka bara so langt sum tær einaferð gera. Hon veit, at hon av tí sama, viðhvørt verður sædd sum keðilig ella strang. Tað pínur hana. Men soleiðis má tað bara verða.
Men tað, sum pínur hana enn meira, er at pápin, sum ikki sær nógv til børnini, ikki koyrir tey í skúla, ikki fyrireikar teirra føðingardag og annars hevur lítla ábyrgd av teimum, er tann sum tey síggja sum tað stuttliga foreldrið, tí hann gevur teimum alt sum tey biðja um og sigur ongantíð nei.
Tað er lætt at verða stuttligi weekendpápin og minni stuttligt, at vera ábyrgdarfulla foreldrið, sum skal fáa tingini at hanga saman.
Soleiðis er tað eisini í politikki.
Løgtingið hevur eina ábyrgd at raðfesta, tað er partur av arbeiðsuppgávuni. At krevja inn skatt, og so raðfesta, hvussu skatturin skal brúkast. Tí tað er ikki óendaligt til av pengum og mann kann ikki gera alt – í øllum førum ikki í senn. Landið og kommunurnar skulu svara sínum og tað er ikki altíð, at borgarin heldur at tað verður raðfest rætt. Viðhvørt verða stuttligar og spennandi verkætlanir ikki raðfestar, tí at meirilutin hevur aðrar ætlanir. Soleiðis er fólkaræðið.
Tað, sum máar støðið undan myndugleikunum í Føroyum, er at føroyskir borgarar og felagsskapir í dag kunnu seta seg í samband við ein fólkatingslim – ein stuttligan weekendpápa – har einki er óført. Fólkatingslimurin hevur nær um óavmarkaða atgongd til danskar skattakrónur, sum kunnu brúkast til stuttligar verkætlanir. Fólkatingslimurin hevur onga ábyrgd av borgarunum í føroyum, men ger seg populeran við at lata pengar, sum løgtingið ikki vildi ella kundi lata. Minnir ikki sørt um weekendpápan og einligu mammuna.
Eisini er weekendpápin á fólkating við til at kroysta løgtingið at raðfesta ørvísi, tí at verkætlanirnar sum fólkatinglimurin arbeiðir við verður bert fíggjað, treytað av at løgtingið er við.
“Mamma! Mamma! Babba segði at eg kann fáa eina nýggja telefon, um tú rindar helvtina!”.
Vit skulu ikki hava ein stuttligan weekendpápa á fólkating. Vit skulu hava ein fólkatingslim, sum arbeiðir ábyrgdarfult og seriøst, og sum ikki ger seg populeran við pengum, fest og balladu.
Framsókn fer ikki at undirgrava myndugleikarnir í Føroyum, við at útvega danskar skattakrónur har, ið tær føroysku ikki røkka.
Bjarni Kárason Petersen
Fólkatingsvalevni fyri Framsókn
Deil á Facebook