Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.11.2022 18:32

Eiga at víðka um aldursbólkin, sum fær bjóða bróstkrabbascreening

Mynd: Sirið Stenberg

Lesarabræv

Eiga at víðka um aldursbólkin, sum fær bjóða bróstkrabbascreening

Tað er gleðiligt, at tað í 2017 eydnaðist at fáa bróstkrabbascreening setta í verk í Føroyum.

Screeningin umfatar, sum er, kvinnur í aldrinum 50-69 ár og verður bjóðað annað hvørt ár. Tølini staðfesta, at 85% av kvinnum taka av tilboðnum. Eisini vísa tølini, at umleið helvtin av bróstkrabbatilburðunum, sum verða staðfestir, verða funnir í screeningini.

Sostatt tala tølini fyri seg, og tað er púra greitt, at bróstkrabbascreeningin hevur stóran virknað.

Sum við øðrum krabbameinstilburðum er skjót hjálp alneyðug. Tað økir um sannlíkindini fyri at gerast frískur aftur og minkar um viðgerðartørvin.

Talið av bróstkrabbatilburðum er vaksandi. Í 2007 vóru uml. 20 tilburðir, og seinnu árini hava verið uml. 35 tilburðir um árið. Tað var væntandi, at talið av tilburðum fór at vaksa, tá ið screeningin bleiv sett í verk, men at talið síðan fór at koma í fasta legu. Tó skulu tølini altíð takast við fyrivarni í einum samfelag,har fólkatalið er lítið.

Onnur atlit sum royking, matur, og fyribyrging sum heild mugu sjálvsagt eisini gerast fyri at fáa krabbatilburðir niður sum heild.

Hvørki screening ella fyribyrging eiga at standa einsamøll, men ganga hond í hond fyri at bøta um fólkaheilsuna.

Umframt hetta er alneyðugt, at skjótir og tryggir ávísingarmøguleikar eru hjá kommunulækna, um illgruni er um krabbamein.

Vit hava nú fingið nýggja Krabbameinsætlan 

Í nýggju ætlanini er mælt til at víðka um aldursbólkin, sum fær tilboð um bróstkrabbascreening.

Verður hugt eftir Norðurlondum so er tað ymiskt,hvørjir aldursbólkar av kvinnum eru valdir út til bróstscreening í teimum ymsu londunum.

-Noreg 50-69 ár

-Danmark 50-69 ár

-Finnland 50-69 ár

-Føroyar 50-69 ár

-Svøríki 40-74 ár

-Ísland 40-69 ár

Øll hesi lond screnna annaðhvørt ár.

Tilmæliðí nýggju krabbameinsætlanini er, at vit broyta aldursbólkin frá 50-69 til 45-74 ár. Spurningurin er, um vit ikki eiga at byrja við 40 ára aldur, eins og Svøríki og Ísland gera,og harvið eisini fáa tær yngru kvinnurnar við.

Vit síggja í tølunum, at tað eisini eru kvinnur í hesum aldursbólki, sum fáa bróstkrabba. Í øðrum umfari kunnu vit gera sum tilmælt,at víðka frá 50-69 til 45-74, men tá fáa vit ikki kvinnurnar frá 40-45 við. Hagtøl vísa  eisini, at tað í Svøríki doyggja færri kvinnur av bróstkrabba sammett við í Føroyum og í Danmark. Tað stuðlar undir, at vit eisini screena yngra aldursbólkin.

Vit eiga á ongan hátt at góðtaka, at tølini fyri yvirlivilsi aftaná 5 ár hjá føroyskum kvinnum liggja lægri enn í hinum Norðurlondunum. Serliga ikki tá ið vit vita, at tað ber til at finna sjúkuna tíðliga í screeningini, og harvið fáa skjóta og neyðuga viðgerð fyrr í sjúkugongdini.

Vit hava eina vælvirkandi mammografiskipan. Tí skal tilboðið ikki uppbyggjast frá grundini, men víðkast má um tað, sum vit hava. Innkallingarskipan, starvsfólk og tól finnast longu nú, men sjálvsagt verður meira arbeiði av hesum.

Í Krabbameinsætlanini er eingin kostnaðarmeting gjørd av at víðka um bróstkrabbascreeningina. Tó vita vit, at tað er dýrari at viðgera enn at fyribyrgja, bæði peningaliga og menniskjaliga.

Tí hava vit lagt uppskot fram um at víðka um bróstkrabbascreeningina.