Tíðindaskriv
Tá tú tendrar ein av søguforteljingunum á Tell Me North appini, kennir tú møguliga tónleikin hjá Eli Tausen á Lava aftur – serliga um tú hevur áhuga í klassiskum, føroyskum tónleiki.
Eins og lítla ferðavinnu fyritøkan Tell Me North hava føroyingar seinastu árini av álvara fingið eyguni upp fyri evnaríka, unga tónaskaldinum, Eli Tausen á Lava, sum útgav “Impressions” í 2020 og “In a Field” í 2022, sum báðar eru skrivaðar og framleiddar í Føroyum. Í 2019 fekk hann heiðurin sum “Ársins Nýggja Navn” á FMA í 2019 sum fyrsta klassiska tónaskaldið nakrantíð, og hevur hann síðani verið tilnevndur í fleiri øðrum kategorium í FMA eisini. Eli er framvegis undir útbúgving sum tónaskald í New York, har hann herfyri var gestatónleikari og hitaði upp fyri Eivør til tiltak, sum Faroe Music Export (FMX) og Uttanríkis- og vinnumálaráðið skipaðu fyri í samband við stóra mentanarátakið “Fog Swept Islands – Faroe Islands Culture Days in New York”.
Men tað ber eisini til hjá ferðafólki at hoyra tónleikin hjá Eli, tá tey vitja í Klaksvík. Klassiski tónleikurin hjá Eli er partur av nýggja ferðavinnutilboðunum hjá Tell Me North, har tú gongur eina ávísa leið, ímeðan tú lurtar eftir søguni, sum er viðkomandi fyri støðini. Hetta verður gjørt gjøgnum app, sum bæði fæst á App Store og Google Play Store, umframt við Mp3 spælarum. Tónleikurin hjá unga tónasmiðinum verður brúktur til at skapa serstøk hugløg, lyftir frásøgnina á eitt hægri støði og ger, at søguforteljingin verður uppaftur sterkari.
Sjálvur sigur Eli, at “tónleikur er ikki bara ein partur av tónleikaútgávum, konsertum, filmum og telduspølum. Hann er eisini ein partur av upplivingini av, at vera til handils, at eta á matstovu, at gera joga á venjingarmiðstøðini, at vera í bíðirøð, tá mann ringir til læknan, o.s.fr. Sum føroyskur tónleikari kann tað vera trupult at kappast við risastóru tónleikafyritøkurnar, ið ráða yvir seinna bólkinum. Tí eri eg ómetaliga glaður fyri, at Jóhanna og Dávid handan Tell Me North hava valt at brúka tónleik úr mínum útgávum í Tell Me North appini. Eg eri errin av, at mínir klavertónar kunnu gerast ein partur av upplivingini hjá ferðafólki — bæði føroyskum og útlendskum — ið leggja sínar leiðir framvið Klaksvík.”
Dávidi Fossdalsá, ið saman við Jóhanna Magnusardóttir rekur Tell Me North leggur afturat, at “vit kundu sjálvandi brúkt onkran útlendskan stemningstónleik, sum vit funnu á netinum, men tað hevur eisin týdning fyri okkum at brúka føroyskan tónleik í okkara túrum – bæði fyri at stuðla føroyskum tónasmiðjum og seta rætta huglagið til okkara søgur.” “Og her passaði tónleikurin hjá Eli sum fótur í hostu,” leggur Jóhanna afturat.
Sigast kann tí, at Eli Tausen á Lava saman við Tell Me North heldur fram við at bróta burtur úr nýggjum og slóðar fyri, at klassiskur tónleikur eisini kann gerðast partur av vinnuligum ferðatilboðnum.
Leinki
Eli Tausen á Lava við post-klassiskari útgávu
Jósef spælir Tausen á Lava, Haydn, Liszt og aðrar
Aldubáran framførir tónleik hjá Eli Tausen á Lava
Slappa av við tónaskaldinum Eli Tausen á Lava
Nýggir tónar frá Eli Tausen á Lava
Eli Tausen á Lava við post-klassiskara útgávu
Eli Tausen á Lava ein av tíggju finalistum í evropeiskari kapping
Deil á Facebook