Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.10.2022 08:05

Edva Jacobsen stillar upp til fólkatingsvalið

Mynd: Edva Jacobsen

Lesarabræv

Sambandsflokkurin fegnast um at kunngera, at Edva Jacobsen, løgtingskvinna, stillar upp fyri flokkin til fólkatingsvalið.

Edva Jacobsen er fødd 31. august í 1964, býr í Fuglafirði, er gift við Elibert og tey eiga ein son.

Hon hevur arbeitt í banka til 2010, og á Løgtingi frá 2010 til 2015 og aftur frá 2019 til í dag. Frá 2015 til 2019 arbeiddi hon á Pelagos og Bakkafrost, síðsta árið í móttøku og fíggjardeild.

Edva er útbúgvin innan bankayrki, har hon arbeiddi í 25 ár, síðan tikið aðrar eftirútbúgvingar, tann seinasti er Akademiútbúgving í búskap og tilfeingi.

– Eg stilli upp til fólkatingsvalið, tí eg vil virka fyri, at vit skulu hava atgongd til bestu skipanir í Ríkinum til okkara borgarar, eitt nú innan sjúkraviðgerð og útbúgving, og eg haldi, at mínar royndir og innlit í politiskt arbeiðið, eisini í uttanlanda politiskum samstarvi, kunnu styrkja um arbeiðið hjá Sambandsflokkinum á Fólkatingi, sigur Edva Jacobsen.

Allir føroyingar eiga at fáa allarabestu serviðgerð, tá sjúka rakar – og tað borgar samstarvið í Ríkisfelagsskapinum fyri.

Okkara ungdómur, sum er okkara framtíð, eigur at fáa allarbestu møguleikar til hægri úbúgvingar og aðrar útbúgvingar – og tað borgar eisini samstarvið í Ríkisfelagsskapinum fyri.  

Sambandsflokkurin