Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.12.2022 05:18

EB/Streymur nýggja nevnd

Mynd: EB/Streymur

Í gjárskvøldið hevði EB/Streymur boðað til eykaaðalfund, har bert eitt mál var á skránni, nemliga nevndarval.

Væl av fólkið var møtt upp og var tað ein góður fundur, har orðaskifti var um nógv ymisk mál.

Tað heldur løgna við fundinum var, at mestsum øll nevndin skuldi mannast av nýggjum. 7 fólk í nýggju nevndina, umframt at 2 tiltakslimir skuldu finnast.

Og aftaná sjálvan eykaaðalfundin hevði nevndin sín fyrsta fund, og skipaði hon seg soleiðis:

Jógvan í Skorini, formaður
Egil á Bø, næstformaður
Fróði R. Petersen, kassameistari
Beinta Lisberg, nevndarlimur
Djóni Eidesgaard, nevndarlimur
Fróði Zachariasen, nevndarlimur
Judith S. Jacobsen, nevndarlimur
Jan Djurhuus, tiltakslimur
Malan Petersen, tiltakslimur