Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.02.2023 10:02

EB/Streymur fingið áleypara

Mynd: EB/Streymur

EB/Streymur og áleyparin Rani Hansen hava gjørt sáttmala fyri kappingarárið 2023.

Rani skiftir tilskil frá ljósabláum til myrkablátt. Rani Hansen er 22 ára gamal áleypari og hevur bert leikt við Víkingi.

Sambært Faroesoccer hevur hann skotið 32 mál í 82 dystum í 1.deild. Síðsta kappingarár gjørdist hann toppskjútti fyri 1.deild hjá Víkingi, sum endaði á 2. plássið.

Hann fekk eisini debut í Betrideildini í fjør í 3-0 sigrinum á NSÍ í Sarpugerði.