Lesarabræv
Í lógaruppskotinum um burðardygga ferðavinnu, har lunnindi verða flutt av bygd í bý, stendur í § 4. stk. 2: “Loyvt er at brúka bát ….. og í stutta tíð at draga bát upp á strondina og brúka bátabrúgv og tílíkt,….”
Hví ásetingin er komin í lógina, er ilt at meta um. Tað kann sjálvandi gerast ein fyrimunur hjá teimum, sum reka ferðavinnu á sjónum, at rætturin at draga bát, og at nýta hvørja bátabrúgv er lógarfestur.
Men vandaleyst er tað ikki, um bátur verður drigin niðan á hvørt nes og hvønn tanga, har streymasjógvur er.
Svartfuglur og hellufuglur, sum frammanundan er hóttur, fær tað heldur ikki betur av lógargreinini.
Í aðrar mátar er undrunarvert, at lítið og einki verður gjørt burturúr ferðavinnu á sjónum í uppskotinum. Nógv og vaksandi ferðavinna fer fram á sjónum kring oyggjarnar.
Økið er óskipað, og tørvur hevði verið á regluverki, at verja náttúru, fugl o.a. á sjónum. Trygdin er eisini verd at hava í huga í sama viðfangi.
Í Breddanum týsdagin 27. februar, segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum annars, at tað sambært nýggju lógini, ikki verður loyvt at draga bát upp á hvørt nes, hvønn tanga kring oyggjarnar.
Í mun til lógaruppskotið, sum hevur verið til hoyringar, er tað uppáhaldið í hvussu er ikki heilt rætt.
Bjørn Kalsø, bóndi og jarðareigari
Deil á Facebook