Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.10.2026 01:46

Danskar og bretskar serdeildir vandu í Føroyum

Gøtunes var eisini við í hernaðarvenjingini. Mynd: Forsvaret

Í góðar tvær vikur hava danskar og bretskar serdeildir vant í Føroyum undir venjingini Lion Protector. Dentur varð lagdur á at fyribyrgja og handfara sabotasju móti týðandi undirstøðukervi í tøttum samstarvi við føroyskar myndugleikar.

Sambært donsku verjuni var hetta fyrsta hernaðarvenjingin á landi í Føroyum síðani kalda kríggið endaði. Venjingin varð framd innan karmarnar hjá Joint Expeditionary Force, JEF, sum er eitt norðurevropeiskt verjusamstarv undir bretskari leiðslu.

Vant varð millum annað í Vestmannasundi og har um leiðir. Føroyska lendið, brøttu bergini og skiftandi veðrið settu serlig krøv til hermenninar og góvu teimum høvi at royna førleikarnar undir krevjandi umstøðum.

Sambært bretsku sjóverjuni vandu deildirnar millum annað at fara umborð á skip, kanna tey og fáa tamarhald á teimum. Eisini vórðu átøk fram við strondini og venjing at klatra í bjørgunum, og eygleiðingarstøðir vórðu settar upp til at fylgja skipaferðsluni.

Vørn luttók sum føroyskur myndugleiki. Sambært Uttanríkis- og fiskimálaráðnum skuldi venjingin eisini umfata bjargingarstøður og samstarvið millum partarnar. Endamálið var at styrkja førleikarnar, eftirlitið og tilbúgvingina í økinum.

Føroyar hava týdning fyri trygdina í Norðuratlantshavi

Føroyar liggja í sjóøkinum millum Grønland, Ísland og Bretland, vanliga nevnt GIUK. Hetta økið hevur stóran hernaðarligan týdning fyri NATO og JEF, tí tað er ein týðandi farleið millum Arktis og Atlantshavið, eisini hjá russiskum herskipum.

JEF fevnir um 10 lond: Bretland, Danmark, Noreg, Svøríki, Finnland, Ísland, Niðurlond, Estland, Lettland og Litava. Samstarvið skal styrkja felags trygdina og førleikan at seta hernaðarlig átøk í verk við stuttum skotbrái. Lion Protector er partur av hesum arbeiði.

Venjingin í Føroyum var samstundis partur av Arctic Endurance, einum NATO-átaki undir danskari leiðslu, sum skal styrkja hjáveruna í Arktis og á norðurleiðunum. Átøkini verða samskipað og eftirmett í samstarvi millum donsku verjuna og føroyskar myndugleikar.

Myndir: Forsvaret