Tíðindaskriv
Stýrið í VEKS hevur í sínum arbeiðið við nýggju langtíðarætlanini havt ellisíbúðir við sum eitt týðandi tilboð til okkara eldru. Eitt tilboð til okkara borgarar við mistum førleikum, hava tað trupult við at búgva í egnum húsum við fleiri hæddum og at halda hús, men sum kundu klárað seg í egnum heimi undir øðrum umstøðum.
Við ellisíbúðum, sum eru innrættaðar til endamálið, har alt er á eini hædd, fáa okkara eldru borgarar nú møguleikan at búgva í ellisíbúð, í egnum nýggjum heimi sum hjún, har einasta tilboðið í dag hevur verið eitt búpláss á okkara ellis- og røktarheimum.
Vit í VEKS fegnast um, at Bústaðir og VEKS saman kunnu bjóða fyrstu ellisbústaðirnar í Føroyum fram, sum eru ein týðandi partur av framtíðartænastunum í eldraøkinum.
Talan er um Heinagerð í Streymnesi har tvær av sjey íbúðum verða ellisbústaðir hjá VEKS.
Deil á Facebook