Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.10.2023 11:46

Brúgvin um Streymin fyllir 50 ár

"Mynstur broytast" (Mynd úr bókini um Brúnna um Streymin í 60 ára jubileumsbókini um Landsverk frá 2008

Brúgvin um Streymin verður 50 ár!

Hetta fer Sunda kommuna at hátíðarhalda í døgunum 28. og 29. oktobur.

Kommuna lýsir við eini rúgvulsmiklari skrá, sum kann lesast her.

Søgan um brúnna er áhugaverd.

Einaferð var Brúgvin um Streymin einasta koyrandi farleið millum Eysturoy og Streymoy. Sum saman við Norðskálatunlinum er hon enn ein partur av meginferðsluæðrini í Føroyum. Týdningurin av hesi nýggju farleið í Sundalagnum var sera stórur fyri føroyingar tá hon lat upp, og er tað eisini enn tann dag í dag.

Tað er tó broytt nakað seinastu árini, síðani Eysturoyartunilin kom, men enn er týdningurin av brúnni stórur og verður hon enn sera nógv brúkt hvønn einasta dag, bæði tá akfør skulu norður, suður, eystur og vestureftir. 

Brúgvin um Streymin hevur havt ein avgerðandi týdning fyri menningina av føroyska samfelagnum fram til dagin í dag.

Brúgvin er 220 metrar long, 9,5 metrar breið (er síðani breiðkað við eini gongubrúgv) og 17 metrar høg. Arbeiðið at gera undirstøðið byrjaði í mars 1971, og hálvttriðja ár seinni stóð brúgvin liðug.

Hon varð tikin í nýtslu tann 30. oktober 1973, tá ið hon lat upp fyri almennari ferðslu.

Tað var byggifelagið E. Phil & Søn, ið stóð fyri arbeiðinum. Kostnaðurin var umleið 14 mió. krónur.

Í 2011 var høvuðsumvæling av brúnni gjørd, og varð nýggj gongubrúgv, sum er fest í norðaru brúgvasíðu, tikin í nýtslu. 

Spjaldur