“Miðlingadótturin Birgitta var deyð tvey ár framman undan bátsvanlukkuna. Hon skuldi giftast við Rasmusi Jóhan Andreassen, Ríka-Rasmusi, og tað var lýst til hjúnarband fyri teimum.
Men brádliga doyði Birgitta. Í kirkjubókini stendur, at hon “døde inden vielsen”.
Nicodemus Rasmussen skrivar, at hon doyði sjálvan brúdleypsaftan. Har var sjálvandi gjørt til brúdleyp, nógvur matur og annað gott, og alt tað, sum skuldi fara tilbrúdleypið, fór ístaðin til ervið.
Hetta má hava verið ein sjáldsamur dapur og syrgiligur tilburður, har tað av sonnum kann sigast, at “harmur og gleði í felag tey reika”, sum Chr. Matras hevur týtt “Sorrig og Glede”.
Væntanin og vónin um eitt eydnuríkt lív hevur verið nærverandi hjá bæði familjuni og ikki minst hjá Birgittu, tá vit hugsa um, at komandi brúðgómurin var tittuleraður við eyknevninum “Ríki-Rasmus”.
Soleiðis stendur m.a. at lesa í nýggja bóklinginum “Eftirkomarar hjá Bærent Magnussen og Petronellu Pedersdatter”, sum var lagdur fram á ættarstevnuni á Strondum 22. apríl 2023.
Bóklingurin, sum Helgi Jacobsen og Hanna S. Christiansen hava skrivað, greiðir frá ættini og eftirkomarunum hjá Bærent Magnussen (føddur 23. apríl 1821 – deyður 15. juni 1913) og Petronelle Pedersdatter (fødd 5. november 1832 – deyð 9. august 1918), sum fingu 8 børn, 5 dreingir og 3 gentir.
Umrødd verða eisini húsini í Gomlu Gerðum á Strondum og tá ið Gerðabátarnir gingu burtur í 1889. Og so er eisini ein rúgvusmikil ættartalva av øllum eftirkomarunum aftast í bóklinginum.
Um onkur hevur áhugað at ognar sær bóklingin, so ber til at seta seg í samband við onkran í fyrireikingarbólkinum.
Fyrireikingarbólkurin
Sólfríð Heinesen, Sanna Hansen, Hanna S. Christiansen, Anni Christiansen, Dora Jacobsen, Artur Johansen, Páll Gregersen og Helgi Jacobsen.

