Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.01.2025 12:08

Brimil boðsendur tvær ferðir í gjár

Mynd: Brimil (savnsmynd) Eysturoyarportalurin

Vaktar- og bjargingarskipið Brimil varð í gjár bosendur tvær ferðir innan stutta tíð.

Fyrst var tað kl. 14.50 at eitt línuskip, ið fiskaði norðanfyri, sum helt seg hava fingið um skrúvuna og bað Brimil fylgja sær til Klaksvíkar. Meðan Brimil varð ávegis til skipið, fekk Brimil aðra hjálparveiting og mátti rýma. Skipið kom tó til Klaksvíkar við egnari hjálp.

Síðani var tað kl. 16.16 at enn ein uppgáva kom inn. Tað varð tá ið ein trolari hevið fingið maskinbrek, sum varð staddur uml. 4 fj. úr Mjóvanesi, og hevði brúk fyri hjálp. Brimil kom honum til hjálpar og sleipaði trolarin inn á Klaksvík.

Spjaldur