Brandur Hendriksson Olsen skal undir skurðviðgerð. Hetta váttar NSÍ í kvøld.
Miðvallarin skal undir skurðviðgerð vegna ein krossbandsskaða í knænum og verður tískil úti í eina rúma tíð, upplýsir felagið.
Brandur hevur stríðst við knæið í eina tíð, og eftir nærri meting er nú avgjørt, at tíðin er komin at fáa trupulleikan loystan við skurðviðgerð, so hann kann fáa bestu fortreytirnar fyri eina góða og væleydnaða endurvenjing.
Skurðviðgerðin merkir at Brandur ikki verður tøkur til venjingar ella dystir hjá NSÍ ella føroyska A-landsliðnum restina av kappingarárinum.
