Lýsingargrein
Størri høli og betri umstøður skulu styrkja tænastuna hjá GULLI Gluggum, sum flytir av Toftum og inn á Heiðaveg 26 í Saltangará.
GULLI Gluggar fær nú størri høli og betri umstøður á Heiðavegi 26 í Saltangará. Mynd: Eyp.fo
Jóhan á Mýruni sigur, at felagið hevur fingið sera góða móttøku á Toftum, har fyritøkan hevur hildið til seinastu árini. Vøksturin hevur tó ført við sær tørv á størri hølum.

– Vit hava trivist sera væl á Toftum og eru takksamir fyri álitið frá kundunum. Á Heiðavegi 26 fáa vit betri karmar at taka ímóti fólki og menna tænastuna víðari.
Málið er framvegis at vera ein álítandi samstarvsfelagi hjá bæði privatkundum og vinnukundum.
– Vit vilja, at kundin kennir seg tryggan gjøgnum alla tilgongdina og verður nøgdur við loysnina í nógv ár. Vit gleða okkum at bjóða verandi og nýggjum kundum vælkomnum í Saltangará, sigur Jóhan á Mýruni.
Hann leggur afturat, at dyrnar verða víðopnar um vikuskiftið, tá árligi Býarskáin í Runavík verður. Øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið til eitt kaffiprát og okkurt søtt til góman.
Nýtt felag við drúgvum royndum
GULLI Gluggar varð stovnað 1. juli 2023 av Jóhan á Mýruni og Gunleivi Berjastein. Hóast felagið er lutfalsliga ungt, byggir virksemið á drúgvar royndir innan vindeygu og hurðar.
Saman við Poul Gudmundsson og Magnus Knudsen hava stovnararnir bygt upp eitt toymi, har faklig vitan og persónlig ráðgeving eru í hásæti.
– Vit hava arbeitt saman áður og kenna bæði hvør annan og marknaðin væl. Okkara uppgáva er at lurta eftir kundanum og finna eina loysn, sum hóskar til húsið, tørvin og fíggjarætlanina, greiðir Jóhan frá.

Persónlig ráðgeving og faklig vitan eru í hásæti hjá GULLI Gluggum. Mynd: Eyp.fo
Hann vísir á, at tilfar, bjálving, tættleiki og viðlíkahald hava stóran týdning, tá vindeygu og hurðar skulu veljast.
– Tað skal vera lætt hjá kundanum at taka eina góða avgerð. Tí leggja vit dent á at greiða frá bæði fyrimunum og møguligum avmarkingum við teimum ymisku loysnunum.
Loysnir til stórar og smáar verkætlanir
Úrvalið fevnir um vindeygu og hurðar úr plasti, timbri og timbri við aluminiumsklæðing. Harumframt veitir felagið altanglas, inniglas og aluminiumsskipanir til húsafasadur. Garasjuhurðar frá Ryterna fáast bæði við og uttan motor.
– Eingin uppgáva er ov lítil ella ov stór. Vit veita alt frá einum lítlum vindeyga í einum hjálli til størri byggiverkætlanir. Higartil størsta verkætlanin, vit hava verið við í, er nýggi bygningurin hjá Smyril Line á molanum í Havn, sigur Jóhan.
Dentur verður lagdur á vørur, sum tola føroyska veðurlagið, har vindur, regn og salt seta stór krøv til byggitilfar.
– Góðska nýtist ikki at merkja óneyðuga høgan kostnað. Tað snýr seg um at fáa sum mest fyri íløguna og eina loysn, sum heldur í nógv ár.
Einkaumboð fyri plast-H-vindeyguni
Í juni 2026 gjørdist GULLI Gluggar eisini einkaumboð fyri plast-H-vindeyguni, greiðir Jóhan frá.
– Plast-H-vindeyguni hava verið á føroyska marknaðinum síðan 1990 og eru kend fyri sítt einfalda viðlíkahald og góða haldføri. Vit gleðast um at kunna byggja víðari á eina vøru, sum føroyskir húsaeigarar kenna og hava álit á.
Við flytingini til Saltangará tekur felagið nú næsta stigið.
– Vit vilja halda fram at menna felagið við somu grundhugsan: góðum vørum, kappingarførum treytum og ráðgeving, sum kundin kann líta á, sigur Jóhan á Mýruni.

Fá eitt óbindandi prát og tilboð á telefon 370 000, skriva til gulli@gulli.fo ella vitja gulli.fo.