Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.11.2026 09:00

Bønir & illbønir í Filmsfelagnum

Filmsfelagið

“Bønir & illbønir” er ein listaligur heimildarfilmur á 65 minuttir. 

Talan er um eina samframleiðslu millum KVF og Silvurdrong, sum hava upptikið og klipt filmin á sumri 2026. 

Filmurin granskar føroyska mentan gjøgnum eyguni á tveimum ferðandi, sum hava skrivað seg upp til eitt gátuført tiltak í Havn, har tey fáa eina uppliving, ið tey seint gloyma. 

Søgan verður miðlað við inniligari frásøgurødd, sum tekur støði í tónalagnum hjá Williami Heinesen og spælir við hansara frásagnarstíl í einum samtíðarligum høpi. 

Trygvi Danielsen er framleiðari, leikstjóri, frásøgurødd, handritshøvundur og ein av høvuðspersónunum í filminum. Símun Waag er høvuðsfotografur, Gorm Just er klippari, Finnur Hansen ljóðblandar tónleikin, Peter Storm Wich ljóðblandar partar av filminum, og Rúni Friis Kjær litviðger myndirnar.

Filmsfelagið 11/11 kl 20:00 Bønir & illbønir (Trygvi Danielsen Føroyar 2026 65 min)

Brellbiti: Bønir & illbønir – teaser

Spjaldur