Skála ÍF skrivar:
Vit fegnast um at boða frá, at Bjørn Bjarkhamar hevur skrivað undir ein 2-ára sáttmála.
Bjørn er ein 20 ára gamal leikari, sum hevur fingið sína fótbóltsuppaling í Víkingi og hevur spælt á fleiri av U-landsliðunum. Kvikur, arbeiðssamur og áleypandi eru trý orð, sum lýsa Bjørn sum fótbóltsspælara.
Vit gleða okkum til at Bjørn verður ein partur av Skála-familjuni, og ikki minst at síggja hann í appilsingulu troyggini komandi kappingarár