Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.03.2024 07:59

Brandar – fyrsta staklagið er komið út!

Mynd: Brandar

Tíðindaskriv

“I Will Captain” er fyrsta staklagið, sum fólksligi bólkurin Brandar gevur út. Lagið er orkuríkt og dramatiskt, men við einum fólksligum løttum tóna. 

Teksturin lýsir lívið sum nakað stórt og fantastiskt, sum eisini hevur vandar og royndir við á leiðini. Ofta vilja vit hava stýr á øllum viðurskiftum, men mugu tó til tíðir viðurkenna, at vit ikki sjálvi røkka til. 

“Sonur mín, lít á meg, eg skal stýra!”

Kunnu verða orð sum veita linna, troyst og vón í eini truplari støðu.

Lurta eftir sanginum á hesari leinkjuni: https://bfan.link/i-will-captain

Hans F. Christiansen hevur skrivað bæði orð og lag.

Upptøkur, produserað og mastrað: Alvin Ellebye

Bólkurin er mannaður av:

Hans Fuglø Christiansen (forsangari, gittar og klaver)

Jákup Ingi Thomsen (gittar og el-gittar)

Steffan Klein Poulsen (gittar og ukulele)

Sigmund Klein Olsen (gittar og tangentar)

Teitur Akurstein (bass)

Jóhan Jacobsen (trummur)