Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.09.2023 08:31

Borgarstjórin skeyt seinasta skotið

Mynd: Nes kommuna

Seinasta skotið í bakkanum norðan fyri Saltsøluna á Toftum varð latið av fríggjadagin. Tað vbar borgarstjórin í Nes kommunu, Súni í Hjøllum, sum avgreiddi skotið.

Nes kommuna upplýsir, at samlaða grótnøgdin úr bakkanum er umleið 24.000 rúmmetrar í føstum.

Hendan dagin bjóðaði Svend Lamhauge, arbeiðstøkuleiðari hjá RTS, til ein góðan drekkamunn. Umboð fyri Nes kommunu, arbeiðsmenn, og Jan Odmarsson frá LBF, sum hevur eftirlitið fyri kommununa, vóru møtt upp.

Í næstum fer RTS at brúka nakrar vikur at tryggja grótverjuna, sum í løtuni er komin norður á 107 metrar.

Meiningin er at koma norður á umleið 180 metrar, sigur Nes kommuna.

Myndir: Nes kommuna