Býráðið í Eysturkommunu stendur á einum vegamótið.
Borgarstjórin tekur nú blaðið eitt sindur frá munninum, eftir borgarafundin sum var hildin um egna framhaldsdeild í Eysturkommunu síðsta mikukvøld.
Eitt ávíst óljóð hevur verið millum grannakommunurnar seinastu tíðini. Fýlst hevur verið á, frá politikkarum í Eysturkommunu, at javnvágin í galdandi sáttmála hevur ikki verið til fyrimuns fyri Eysturkommunu. Eisini hava politikkarar í Fuglafjarðar kommunu víst á, at tað verður ein missur fyri trivnaðin, um børnini í Eysturkommunu fara úr skúlasamstarvinum.
Eisini hava fleiri kommunalpolitikkarir og borgarar annars, úr øllum bygdunum, givið sína meiningar til kennar. Til tíðir hevur orðaljóðið eisini verið hvast á sosialu miðilunum.
“Faktiskt væntaði eg ein meira rokaligan borgarafund. Men so bleiv ikki.”
Soleiðis sigur Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu. Tað skínur tó væl ígjøgnum, at hann hevur tikið eina støðu.
Hann sigur, at hann persónliga ikki vil brúka skattapengar hjá Eysturkommunu til íløgur í aðari kommunu. Nakað sum hann eisini gjørdi heilt greitt á borgarfundinum.
“Ein og hvør sum hevur fingist við politikk veit, at tú tekur ongar avgerðir uppá kenslur.” Tað er nakað sum eg haldi fleiri hava lyndi til at gera.”
Hann sigur, at býraðið nú skal til at taka eina stóra avgerð. Tað eru tríggir valmøguleikar at velja í, sambært Per Martini Gregersen.
“Vit kunnu antin velja at halda fast í verðandi sáttmála. Men tað er ikki undirtøka fyri tí í býraðnum.
“Nummar tvey. Vit kunnu gera ein heilt nýggjan sáttmála, sum grundleggjandi sær heilt ørvísi út enn tann sum er galdandi á dag. Nakað sum ikki smakkar væl hjá fleiri.”
“Ella vit siga sum er, at vit hyggja uppá loysnina at stovna egna framhaldsdeild her í Eysturkommunu og fara úr samstarvinum”.
“Tað skal eingin ivi vera um, at eg helli heilt víst til tað síðsta. Tí eg, sum borgarstjóri, eri settur at verja og umsita skattapengarnar í Eysturkommunu á bestan hátt. Nakað sum eg skal gera til eina og hvørja tíð.”
“Eg skal eisini tryggja, at børnini í okkara kommunu hava tað gott og trívast framyvir. Og tað eri eg sannførdur um, at tað gera tey best her í okkara egnu kommunu og í okkara egna skúla.
“Eg síggi nógvar møguleikar hjá børnunum at mennast og gerast búgvin til vaksmannalívið við at verða her í kommununi. Vit hava hópin av arbeiðsplássum hjá vinnulívinum, ítróttarlívinum og mentunarlívinum, har tey kunnu hvessa sær vitið og læra seg at verða sjálvbjargin.”
“Tí sum sagt, um vit gera íløguna saman við Fuglafjarðar kommunu, so er tað fínasta slag, børnini hjá okkum fáa ein góðan skúla. Men tað sum vit gera tá, er at vit geva teimum (fuglfirðingum) ein spildur nýggjan skúla.”
“Samstundis, sum at Fuglafjarðar kommuna so kann fara út og brúka 40 milliónir uppá nakað heilt annað í teirra kommunu enn skúlan sjálvan.”
“Fuglafjarðar kommunu kann tá útbygga teirra kommunu, samstundis sum vit ikki fáa brúkt hesar pengarnar í okkara egnu kommunu. Nakað sum eg ikki skilji og haldi eg grundleggjandi heilt skeivt”
Sum skilst, so var ein konkret ætlan frammi í 1988, at skipa eina framhaldsdeild millum Gøtu kommunu, Leirvíkar kommunu og Fuglafjarðar kommunu, har byggjast skuldi á Kambsdali. Men tann ætlanin datt niður fyri, av tí at áhugin frá pørtunum ikki var til staðar.
Ætlanin er, at býráðið í Eysturkommunu eftir páskir skal umrøða hvør av teimum trimum loysnunum verður gjøgnumførd, ella um ein heilt fjóðra stingur seg upp.
Deil á Facebook