Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.06.2026 20:27

Tyrlan tvær ferðir eftir ferðafólki

Savnsmynd Eyp.fo

Tvær ferðir í dag vóru boð eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic, tí útlendsk ferðafólk høvdu fingið skaða úti í føroysku náttúruni.

Fyrru ferð var kl. 14.00 seinnapartin, tá ið ein útlendsk kvinna hevði fingið skaða við Trælanípuna. Tyrlan fór eftir henni og flutti hana á landssjúkrahúsið.

Og bert løtu seinni, var tað ein útlendskur maður sum hevði fingið skaða oman fyri Gásadal. Tyrlan fór eisii eftir honum og flutti hann oman til vegin har hann síðani varð fluttur við sjúkrabili á landssjúrkahúsið.

Hetta er anars triðju ferð innan nakrar fáar dagar, at tyrlan hevur verið eftir útlendskum ferðafólki sum eru komin illa fyri. Mánadagin fekk ein útlendsk kvinna skaða omanfyri Tjørnuvík og var tyrlan eisini tá boðsend, har hon síðani flutti kvinnuna á landssjúkrahúsið.