Spennandi bóndagarðsdagar verða í Æðuvík seinast í hesum mánaði. Fyriskiparnir siga soleiðis um tiltakið:
So verða árligu Bóndagarðsdagarnir í Æðuvík aftur á skránni. Í ár vera Bóndagarðsdagar fríggjadagin 26. apríl kl 11 – 18 og leygardagin 27 apríl kl 10-18.
Á skránni verður fiskibrunnur, høsnabingo, seyðahundaframsýning, ponyríðing, matsøla, teknistova og okkurt annað spennandi.
Sjálvandi verður eisini møguleiki at heilsa upp á øll djórini á garðinum aftur í ár, so sum Føroysku rossini, seyðin, hønur, dunnur, kaninir, gæs, hundar, kettu o.a.
Tiltakið sjálvt er sjálvandi ókeypis og endamálið við tiltakinum er at øll vaksin og børn kunnu hava ein hugnaligan dag saman á bóndagarðinum.
Vælkomin at bjóða tykkara vinum og familju við
Deil á Facebook