Havhestatíð er, og tískil eru nógvir bátar úti í hesum døgum, nú veðrið er so gott. Men hóast hetta, so kemur tað fyri av og á, at onkur hevur brúk fyri hjálp. Og var tað eisini tað, sum hendi í gjár.
Tveir bátar, sum vóru eftir havhesti fríggjadagin, boðaðu MRCC frá, at teir høvdu brúk fyri hjálp.
Í tí fyrra førinum var tað ein bátur, sum fekk maskinbrek vestur úr Trøllhøvda og bað um sleip til Tórshavn. Rescue Sverri var boðsendur um at fara út at sleipa bátin til lands. Men løtu senni fekk skiparin á havhestabátinum sjálvur motorin í gongd og sigldi víðari við egnari megi.
Í seinna førinum, var tað ein havhestabátur sum var oljubrendur stutt eystur úr Svínoynni. Ziska fór út til bátin og hjálpti honum til lands.
Nakað yvir kl. 11 fyrrapartin fríggjadagin, fekk eisini ein partrolarin Heykur maskinbrek á Nólsoyarbankanum. Brimil var boðsendur og sleipaði trolarin inn á Runavík.