Sjóvar Kommuna
Birta byrjaði sum avloysari fyri vaskifólk í skúlanum og á kommunuskrivstovuni í 2018, og 1. nov. 2020 varð hon sett í starv sum vaskifólk á kommunuskrivstovuni.
Ongantíð hevur hon svikið okkum, vælgjørd og trúføst sum hon er. Har Birta er, er Jógvan Martin eisini, og hann hevur verið henni ein hollur stuðul í arbeiðinum.
Nú Birta er vorðin 68 hevur hon gjørt av at gevast á arbeiðsmarknaðinum. “Men tað er einki betri enn at arbeiða, og eg hevði uttan at blunka hildið fram til eg var minst 70, um heilsan vildi”, sigur Birta.
Í morgun høvdu vit ein drekkamunn fyri teimum báðum á skrivstovuni, har borgarstjórin takkaði fyri tíðina og handaði teimum eina gávu.