Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.02.2024 15:20

Bilverjan á vegastrekkinum til Kambsdal: Gjørdu skjótt av

Mynd: Eysturoyarportalurin

Tað gingu ikki nógvir tímar, eftir at Eysturoyarportalurin hevði skrivað um bilverjuna á vegastrekkinum á Kambsdali, sum var ein vandi fyri ferðsluna, so tók Sløkkiliðið í Eysturkommunu sakina í egnar hendur. Eftir áheitan frá sjálvum borgarstjóranum.

Menn tóku tað liggjandi bilverjuna vekk, sum farin var av vindinum. Og nú er so klárt hjá Landsverk at seta nýggja bilverju upp fyrsta dagin.