Bilverjan sum fór í nógva vindinum, tá ið ódnini sum var nøkrum vikum síðani rakti Føroyar, liggur enn, sum hon lá tann illveðursdagin, tá hon fór.
Hetta er á landsvegnum, tætt við t.d. Miðnám á Kambsdali og vinnuøkið á Kambsdali.
Vegastrekki har bilverjan liggur, er eitt av vegastrekkinum, sum fleiri túsund bilar koyra framvið hvønn einasta dag.
Nú hava borgarar, sum ferðast dagliga á hesum strekkinum fingið nokk og spyrja politikkarar og Landsverk, nær hetta verður gjørt aftur.
Sum myndin vísur, so er avmerkingin við eyndurskinum ikki tann allar besta, sjálvt um pelarnir sum halda bilverjuni, ikki eru inni á koyribreytini, men allikavæl inni á tí hvítu vegaavmerkingini.
Sum ein borgarin spyr: Um ein bilur rennur á ein av pelunum, sum gott kann blíva ein rættuliga stórur skađi, hvør kann so roknast við at fáa feilin. Verður tað eigarin av akfarinum ella Landsverk?
Deil á Facebook