Mynd: Politi.fo
Tað hevur verið stormur í nátt við yvir 40 m/s ymsastaðni. Sambært løgregluni, so hevur okkurt smávegis verið at gjørt hjá sløkkiliðinum. Men ikki tað heilt stóra hóast alt. Onkrar leysar plátur á Strondum og okkurt leyst skelti á Toftum.
Men av tí at tað vóru vánalig koyrilíkindi í gjár, so hendi tað, at ein bilur fór av vegnum í Gøtudali. Tað var nógvur krapi og misti bilførarir tamarhaldi og fór av vegnum. Ein persónur var í bilinum, men hann fekk ongan skaða av hendingini.
Deil á Facebook