Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.04.2023 17:56

Bezzerwizzer á føroyskum kann nú bíleggjast

Mynd: Bezzerwizzer

Endurprent við smáum broytingum

Í februar mánaða í ár sendu vit eitt tíðindaskriv út um, at Bezzerwizzer verður endurprentað á føroyskum við smáum rættingum og broytingum. Beint eftir at Bezzerwizzer bleiv útselt fyrst í januar mánaða, var eftirspurningurin eftir spælinum so mikið stórur, at vit valdu at endurútgeva spælið við smáum rættingum, sjalvt um hetta ongantíð var ætlanin.

Bezzerwizzer klárt at bíleggja

Nú kunnu vit endiliga fortelja tykkum, at Bezzerwizzer á føroyskum er klárt at bíleggja á netinum og at spølini eru ávegis til Føroya. Um tú fert inn á nethandilin hugnalotur.fo, so kanst tú beint nú bíleggja Bezzerwizzer á føroyskum og spølini koma til Føroya í mai ella í juni mánaða. Tú kanst velja at avheinta spælið ella spølini í Tórshavn, Klaksvík, Runavík, Fuglafirði ella á Tvøroyri og ikki gjalda nakað omaná prísin fyri hetta, ella tú fært tað/tey koyrt til dyrnar fyri ein eyka kostnað. Vit vitja hasi fimm støðini í Føroyum tí fyrstu vikuna, tá spølini eru komin til Føroya, síðani senda vit øll spølini til tey sum hava bílagt levering til dyrnar og um nøkur spøl eru eftir eftirfylgjandi, so kunnu tey framhaldandi bíleggjast á nethandlinum hugnalotur.fo ella keypast í bókabúðunum kring landið. Vit kunnu viðmæla øllum at gera skjótt av, tí spælið kann heilt vist blíva útselt enn einaferð og tað er “først til mølle” prinsipp. Peningur verður ikki trektur av fyri keyp, fyrr enn spølini eru avheinta ella koyrd út.

Fleiri spøl ávegis

Av tí at Bezzerwizzer á føroyskum var so væl móttikið av føroyingum, so hava vit valt at halda fram við at framleiða føroysk spøl við høgari góðsku. Ætlanin er at útgeva minst eitt spæl um árið fram til endan av 2025 og møguliga koma fleiri spøl út frá okkum árliga. Vit eru í gongd við fleiri áhugaverdar verkætlanir í løtuni, sum tit koma at hoyra nærri um eftir summarsteðgin í ár.