Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.05.2023 14:37

Bestu stuttsøgurnar avdúkaðar mikudagin – Miðnám á Kambsdali

Mynd: Miðnám á Kambsdali

Mikudagin 3. mai verður avdúka hvørjir vinnararnar í skrivikappingini hjá Miðnámi á Kambsdali í 2023. 12 stuttøgur komu inn, og dómsnevndin hevur valt at heiðra tríggjar søgur í ár. 

Virðislønirnar verða handaðar á tiltaki í auluni í døgurðasteðginum mikudagin 3. mai. Tá verður eisini møguleiki at sleppa at hoyra vinnarasøguna og brellbitar úr hinum báðum søgunum.  

Hetta er annað árið á rað, at skrivikapping er á Miðnámi í Kambsdali. Á myndini eru vinnararnir í fjør, Marita Terjadóttir Højgaard og Eva Kalinnikova Samuelsen. 

Limirnir í dómsnevndini vóru Henrietta Arge Jacobsen, Dorit Hansen og Arnbjørn Dalsgarð.