Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.06.2026 08:42

Bátahugni á Glyvrum

Í samband við Eystanstevnuna í ár, sum er 12.-14. juni, verður bjóða øllum báta eigarum til ein bátahugna við bátahylin á Bakka á Glyvrum.

Fyrireikararnir siga, at veitt verður bæði bátapláss, el og vatn til bátarnar sum koma.

Tað er sera umráðandi at bátanir koma fríggjadagin, vegna klárgerðing og kappróður er á skránni leygardagin.

Leygarmorgunin kl. 09.00 verður bjóðaður morgunmatur. Og leygarkvøldið kl. 20.00 verður grillaðir búffar.

Um onkur hevur harmoniku, guittar ella annað við, eru tey vælkomin til tað, verður sagt.

Tað einasta í krevst at verða við, er eitt gjald á 300 kr, sum verður flutt á kontonr. 9181- 4753498 og gott lag.
Tilmelding verður gjørd við at fylla út hendan formularin: https://forms.gle/4zhuknTnbWXZSCHfA

ella at ringja ella skriva til Oddmar á tlf 250369 ella Boga á tlf 588853.

Ein vinningur verður trektur millum allar tilmeldaðar bátar, leygarkvøldið kl 21.00.

Tað eru pláss fyri umleið 30 bátum.
Tað eru ikki nummerera pláss.
Først til mølle. 

Hjartaliga vælkomin øll somul.

Fyrireikararnir