Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.05.2023 14:53

Barnaringurin á Strondum útsølu og eydnuhjól í 50 ár

Mynd: Trúboðin

Skrivað: Mariann Djurhuus Poulsen/Trúboðin

Fríggjakvøldið 14. apríl hevði barnaringurin á Strondum útsølu við eydnuhjóli í Bygdahúsinum á Strondum. Í ár eru 50 ár liðin, síðani fyrsta eydnuhjól var hildið hjá barnaringinum. Men hvussu byrjaði, og hvat er hetta fyri eitt arbeið, sum Strandabygd og onnur standa so væl saman um?

Vit fara heilt aftur í 70-ini. Veking hevði verið í bygdini, og nógvar ungar gentur ”vóru komnar við”. Jóhanna Berthelsen, sum í eina tíð hevði gingið og hugsað um at gera okkurt arbeið út frá missiónshúsinum, fekk tað hugskot at gera eitthvørt saman við hesum ungu gentum. Hon tosaði við aðrar kvinnur í bygdini um at fara og byrja ein barnaring, og tær vóru fúsar at hjálpa til. Har skuldu tær virka lutir, sum tær kundu selja, soleiðis at tær kundu stuðla føroyskum trúboðarum, sum vóru farnir út í missión við gleðiboðskapinum um Jesus. Úrslitið var, at gentur frá 3. – 7. flokki vóru bodnar í missiónshúsið 2 tímar um vikuna. Tað fyrsta árið arbeiddu tær frá januar til páskar. Síðan arbeiddu tær frá septembur til desembur og frá januar til páskar. Trúliga møttu meginparturin av gentunum hvørja viku til hetta arbeiðið.

Tær konur, sum komu at hjálpa til í barnaringinum dámdu væl at gera ymiskt handarbeiðið. So tað varð hetta arbeiðið genturnar gjørdu, tær bundu, heklaðu og broderaðu. Tá ið Jóhanna bjóðaði teimum elstu gentunum við í barnaring, nevndi hon, at hon ikki visti reiðiliga, hvat tilfar hon skuldi keypa. Tá var ein genta klár við svarinum: Nei, tað skulu vit orðna sjálvar, tí vit brúka pengar til alt møguligt annað. Úrslitið var, at genturnar høvdu tógv og stokkar við sjálvar til tað, tær virkaðu.

Áhugin millum genturnar var stórur, tær møttu trúliga upp í kjallaranum í gamla missiónshúsi. Salurin var ikki stórur, tær sótu trongt á benkrunum og í vindeygakarmunum. Áhugin millum konurnar, sum hjálptu til, var eisini stórur, og vístu hesar mongu kvinnur eitt stórt trúfesti fyri hesum arbeiðið.

Tá barnaringurin samlaðist, varð altíð byrjað við sangi og andakt. Konurnar, sum hjálptu til, skiftust um at hava andakt. Eisini var ein framhaldssøga lisin. Ein sangur, sum javnan varð sungin, var sangurin: Ger tað sindri tú kanst. Genturnar lærdu, at tær eisini kundu vera við at breiða gleðiboðskapin um Jesus út í fremmand lond. Tær lærdu, at tað ikki er fátækt og lítið, sum vit her í Føroyum kunnu gera. Løtan endaði við bønini Faðir vár og einum sangi.

Barnaringurin hevur altíð arbeitt fram til páskar og hevur útsølan verið fyrsta vikuskifti eftir páskir. Gamalt var, at stilt var í føstu, tí var frá fyrstan tíð hugsað um, at útsølan ikki skuldi vera í føstuni, men beint eftir páskir.

Fyrsta árið var útsølan hjá barnaringinum samstundis, sum sjómanskvinnuringurin hevði útsølu. Tað vil siga, at tað vóru tvær útsølur í gamla skúla. Barnaringurin var í norðari skúlastovu og sjómanskvinnuringurin í sunnaru skúlastovu. Kvinnurnar í barnaringinum valdu hesa loysn, tí tær hildu, at tað, tær høvdu at selja, ikki var so nógv. Tá kvøldið var liðugt og upptalt varð, komu 4.000 kr inn til barnaringin. Henda upphædd varð deild millum Elsu Jacobsen og Doris Heinesen, sum vóru trúboðarar í Etiopia, útsendar frá Kirkjuliga Missiónsfelagnum, Kaju (Lamhauge) Babba sum enn er í Nigeria og Óluvu Laksá, sum var í Bangaldesh. Hesar fýra kvinnur stuðlaði barnaringurin í nógv á. Samskifti var ikki gott fyrst í 70-unum, og tað gingu nógv ár ímillum, at tær vóru heima. Tí var javnan brævaskifti millum barnaringin og trúboðararnar. Tá ið trúboðararnir komu heim, komu tær á vitjan í barnaringinum. Har greiddu tær frá arbeiðinum, hvat tær gjørdu og upplivdu og vístu myndir. Nógvar gentur minnast enn í dag hesa góðu kenslu av at vera ein partur av hesum arbeiðið.

Barnaringurin hevur verið virkin øll árini síðani 1973. Arbeiðið er broytt. Onkuntíð hava eisini dreingir verið við. Nú er tað ikki bert binding, hekling og brodering, sum børnini takast við, eisini er annað ítriv. Leiðararnir finna nógv áhugavert og vakurt ítriv, sum børnini virka. Síðani 90-ini hevur barnaringurin havt eina jólasølu, har innkomni peningurin fyrsta árið fór til at keypa tilfar til arbeiðið. Tá tanki kom at byggja nýtt missiónshús á Strondum, varð avgjørt, at innkomni peningurin á jólasøluni skuldi fara til tað.

Í ár komu 100.000 kr inn á útsøluni. Um vit løgdu allar upphæddirnar saman, sum inn eru komar øll hesi ár, so vóru tað ikki smávegis upphæddir. Vit minnast orðið, sum sigur: Tann, sum er trúgvur í tí minsta, er eisini trúgvur í stórum. Luk. 16.10.

Hvørt ár, tá ið arbeiðið byrjaði, og tá ið tað endaði, søgdu vit missiónsboðini saman:

Mær er fingið alt valdið á himli og á jørð.

Farið tí og gerið øll fólkasløgini til mínar lærusveinar, við tað at tit doypa tey til navns Faðirsins og Sonarins og hins Heilaga anda, og við tað at tit læra tey at halda alt tað, ið eg boði tykkum.

Og sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda. Matteus 28.18-20

Týskvøldið 18. apríl var 50-ára føðingardagurin hjá barnaringinum hildin í Missiónshúsinum. Nógv fólk vóru saman komin – bæði bygdafólk og avbygdafólk. Løtan byrjaði við eini andakt frá Elmu Poulsen og eisini var sangur frá bæði barnakórinum við gestasangarum og frá Guðrið Ellingsgaard. Eyðbjørg Jacobsen, Petra Gregersen, Ásbjørg á Hálvmørk og Joan Eilin Jóhansdóttir greiddu síðani frá arbeiðnum frá tí at tað byrjaði og til dagin í dag. Kvøldið endaði við kaffi og góðari lagkøku, og tá var eisini møguligt at bera barnaringinum eina heilsan. Semja var um, at sjálvt um tíðirnar eru nógv broyttar hesi 50 árini, sum barnaringurin hevur virkað, so er enn stórur tørvur á at savna pening inn til teirra, sum fara út í onnur lond við gleðiboðskapinum. Í dag fer innkomni peningurin til fleiri ymiskar verkætlanir og trúboðarar.