Mynd: JÓK/Eysturoyarportalurin
Atli Gregsersen er nakað heilt fyri seg!
Fyrr í ár rundaði hann tey 40 árini. Hann var liðskipari á A-landsliðinum í fleiri ár. Hann fekk tann sjálvsaman heiður, at leika saman við soninum í Betrideildini. Og sunnudagin fekk hann sín dyst nr. 400 í bestu deildini í føroyskum fótbólti, tá Víkingur vann 2-1 móti NSÍ í Sarpugerði.
Og so ikki at gloyma føroyameistaraheitini og steypsigrarnar í løgmansteypinum sum hann eisni hevur vunnið.
Ein sonn fyrimynd fyri bæði ungar og eldri leikarar í føroyskum fótbólti, og sum enn “still going strong”.
Tað var í 2004, at Atli spældi sín fyrsta dyst í bestu deildini, tá hann leiktifyri GÍ, ið vann 3-2 á ÍF fyri meira enn 18 árum síðani.
Eysturoyarportalurin ynskir Atla Gregersen tillukku við dysti nr. 400.
Deil á Facebook