Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.10.2022 17:08

Atgongumerkjasølan byrjar fríggjadagin

Mynd: FSF

Fríggjadagin klokkan 10:00 byrjar sølan av atgongumerkjum til steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum, ið báðar verða á Tórsvølli leygardagin 29. oktober

——————

Tað vera KÍ og HB, og KÍ og Víkingur, ið skulu spæla ársins steypafinalur hjá ávikavist kvinnum og monnum. Báðar finalurnar verða á Tórsvølli leygardagin 29. oktober. Klokkan 15:00 spæla kvinnurnar, og klokkan 19:00 fara menninir á vøllin.

Í samband við finalurnar er avgjørt, at til dystin hjá kvinnum sita HB viðhaldsfólk í bólkunum 101 til 104, og tá finalan um Løgmanssteypið verður, sita Víkinga fjepparar í hesum bólkunum. KÍ viðhaldsfólk eiga síðan bólkarnar 105 til 108.

Atgongumerkjasølan fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF, og byrjar fríggjadagin 7. oktober klokkan 10:00. Kostnaður fyri eitt atgongumerki er 100 krónur, og er hetta galdandi fyri bæði vaksin og børn.

Tey, ið ynskja atgongumerki til rørslutarnað, kunnu venda sær til skrivstovuna hjá FSF, tel. 35 19 79, ella umvegis teldupost fsf@football.fo.