Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.01.2025 11:04

At gera íløgur í útbúgving er at gera íløgu í framtíð okkara

Tíðindaskriv

24. januar verður altjóða útbúgvingardagur (International Day of Education) hildin. ST stovnaði dagin fyri at seta sjóneykuna á týðandi leiklutin, sum útbúgving hevur fyri frið, menning og burðardygd. Vit, norðurlendsku lærara- og skúlaleiðslufeløgini, sum umboða yvir 600.000 lærarar og skúlaleiðarar, vilja beina eina greiða felags áheitan til stjórnir okkara: Gerið íløgur í útbúgving – og við tí, í felags framtíð okkara. Hvør króna ella evra, sum verður spard í skúlanum í dag, verður ein missur fyri samfelagið í morgin. 

Tað er nógv, sum sameinir okkum í Norðurlondum. Vit hava søgu, mentan og virði í felag, umframt sterka siðvenju í at byggja javnlík samfeløg. Norðulendska modellið hevur leingi verið ein altjóða viðurkend fyrimynd. 

Kjarnin í modellinum er útbúgvingarskipanin, sum byggir á javnvirði og góðsku og er hornasteinur undir einum sterkum fólkaræði og einum vælvirkandi samfelag. Lærararnir og skúlaleiðslan eru altavgerandi, um hetta skal virka til lítar – tey bera skipanina og hava ein týðandi leiklut í menningini hjá einstaklinginum. Men í dag eru vit í vanda fyri at missa okkara góða ummæli og enda sum eftirbátur. Komandi tíðina kunnu vit vænta ørkymlandi broytingar við avbjóðingum sum vantandi fígging, vantandi javnvirði, avtøku av eftirliti og økta kapping á skúlaøkinum, samstundis sum stættamunir og munir í næmingaúrslitum økjast. 

Nordiska lärarorganisationers samråd (NLS) hevur kannað, hvussu skúlaskipanir verða fíggjaðar í Norðurlondunum. Ein frágreiðing frá kanningini vísir bæði á munir og felags trupulleikar, men tann niðurstøðan, sum var mest skelkandi, var ójavnvágin ímillum endamál og umstøður – t.v.s. munurin á krøvum og tilfeingi. Øll Norðurlond seta sær framsøkin mál fyri skúlan, tá tað snýr seg um javnvirði, góð úrslit og javnandi ávirkanini (t.e. í hvønn mun tryggjað verður, at allir næmingar eru á jøvnum føti, uttan mun til umstøður og fortreytir teirra annars). Samstundis verður væntað av kommununum, sum ofta eru avmarkaðar fíggjarliga, at tær eiga høvuðsábyrgdina av at fíggja virksemið. Endamál og umstøður eiga at hanga saman, men í praksis er sera langt ímillum hesi. Eisini verður væntað, at partar av útbúgvingarøkinum verða riknir sum fyritøkur, hóast avbjóðingarnar eru tær somu sum hjá kommunala økinum. 

Fíggjarskipaninar í londum okkara, sum í síni heild eru bundnar at skattargrundarlagnum og raðfestingunum hjá kommununum, eru ónøktandi, ójavnlíkar og óforútsigiligar. Fíggjarligt undirskot og stutttíðarniðurskerjingar í einstøku kommununum gera tað ógjørligt at halda høgu krøvini til útbúgvingargóðsku og javnandi ávirkan, sum landið setur sær. Hjá lærarum og skúlaleiðslu førir hetta til eina alsamt vaksandi arbeiðsbyrðu og arbeiðsumstøður undir áhaldandi trýsti, sum bara økist, og hetta ávirkar síðani beinleiðis næmingaúrslitini og ta javnandi ávirkanina. 

Vit, sum eru tey norðurlendsku lærara- og skúlaleiðslufeløgini, krevja broyting: 

  • Hvørt land má hækka sín part av útbúgvingarfíggingini. Kommunurnar, sum bera ta størstu ábyrgdina fyri fígging skúlans, megna ikki uppgávuna sjálvar, tá tær ikki hava tað tilfeingið, sum krevst fyri at náa høgu krøvunum, sum landið setur. Londini mugu taka høvuðsábyrgdina fyri at skapa støðufesti og langtíðarhaldføri í skúlafíggingini. 
  • Tilfeingisbýtið má verða javnandi allastaðni. Tað er neyðugt at tryggja, at tilfeingið verður rættvíst býtt og býtt eftir tørvi, soleiðis at skúlar við størri avbjóðingum fáa tað, sum teimum tørvar. 

Uttan eina javnlíka og vælvirkandi útbúgvingarskipan er tað torført at viðlíkahalda tey fólkaræðisligu virðini og ta vælferð, sum norðurlondini eru kend fyri. Fyri at lond okkara skulu halda fram við at vera fyrimyndir innan útbúgving og samfelagsbygging, so mugu stjórnir okkara traðka fram, taka ábyrgd og tryggja øllum eina javnlíka og góða útbúgving. 

Jacob Eli Olsen, formaður, Føroya Lærarafelag

Sanna á Løgmansbø, forkvinna, Føroya Pedagogfelag

Tina K. Jakobsen, forkvinna, Yrkisfelagið miðnám 

Elisa Rimpler, forkvinna, Børne- og Ungdomspædagogernes Landsforbund BUPL

Gordon Ørskov Madsen, formaður, Danmarks Lærerforening 

Monica Lendal Jørgensen, forkvinna, Frie Skolers Lærerforening 

Tomas Kepler, formaður, Gymnasieskolernes Lærerforening 

Inger Damlin, forkvinna, Finlands svenska lärarförbund FSL

Katarina Murto, forkvinna, Opetusalan Ammattijärjestö/Undervisningssektorns Fackorganisation OAJ

Arnaq Brønlund, forkvinna, Nunatsinni Perorsaasut Kattuffiat NPK

Elna Heilmann, forkvinna, IMAK

Magnús Þór Jónsson, formaður, Kennarasamband Íslands

Mette Johnsen Walker, forkvinna, Skolens landsforbund SL

Geir Røsvoll, formaður, Utdanningsforbundet

Anna Olskog, forkvinna, Sveriges Lärare 

Ann-Charlotte Gavelin Rydman, forkvinna, Sveriges Skolledare