Lesarabræv
ABC-samgongan hevur longt gildistíðina á fiskiloyvum upp til 10 ár. Hetta verður av samgonguni lýst sum neyðugt fyri at skapa tryggleika og støðuleika í vinnuni. Men nógv spyrja nú ein grundleggjandi spurning: Hví skal fiskivinnan hava eina trygd, sum eingin onnur vinna í Føroyum hevur? Í Føroyum eru nógv vinnufeløg, sum eisini gera stórar íløgur og hava stóran váða. Handilsvinnan, byggivinnan, ferðavinnan og tænastuvinnur mugu laga seg eftir marknaðinum og politiskum broytingum uttan nakra garanti fyri serligum rættindum fleiri ár fram í tíðina.
Kortini vil samgongan geva fiskivinnuni eina heilt serliga støðu. Fiskivinnan eigur sjálvsagt góðar karmar. Men hon eigur eisini at verða líkastillað við aðrar vinnur í Føroyum. Munurin er eisini, at fiskivinnan byggir á eina tilfeingisogn, sum ikki er privat. Fiskurin í havinum er ogn hjá føroyska fólkinum. Tí hevði tað verið natúrligt, at samfelagið fekk eitt munandi størri gjald fyri nýtsluna av hesum virðum. Í staðin fær vinnan framvegis sera lagaligar treytir og avmarkað tilfeingisgjøld samanborið við tey virði, sum verða tikin úr felags ognini. Samtíðis verður nógv vald flutt frá komandi Løgtingum til verandi skipanir. Tá loyvi verða bundin í nógv ár fram, verður nógv truplari hjá framtíðar meirilutum at broyta fiskivinnupolitikkin. Hetta hevur eisini fingið nógv at seta spurnartekin við, hvussu nógv er eftir av sjálvum javnaðarpolitikkinum í ABC-samgonguni.
Samgongusamráðingarnar vóru óvanliga skjótar, og nógv uppliva nú, at Javnaðarflokkurin hevur latið stóran part av sínum egna samleika fyri at fáa eina breiða samgongu skipaða. Men er hetta veruliga ein breið samgonga — ella er javnaðarpolitikkurin bara horvin? Baklandið hjá Javnaðarflokkinum tykist í øllum førum ikki at vera sannført. Fyrrverandi tingfólk og mong vanlig javnaðarfólk hava alment víst ónøgd við gongdina. Fyri nógv hevur tað serliga vakt ótta, at long loyvistíð kann føra til vaksandi spekulatión í loyvum. Tá rættindi verða tryggjað nógv ár fram í tíðina, vaksa virðini á loyvunum eisini. Tað kann gera tað meira attraktivt at keypa og selja loyvi fyri stórar upphæddir heldur enn at hugsa um fiskivinnu sum eina vinnu, ið fyrst og fremst skal skapa arbeiðspláss og virðir kring alt landið. Vit hava longu sæð dømi um, at loyvi og kvotur eru seld fyri milliónir, har fá fólk hava fingið stóran vinning burturúr rættindum, sum upprunaliga vóru latin við tí endamáli at skapa menning í Føroyum. Tað er júst tann gongdin, nógv nú óttast fer at gerast enn sterkari. Spurningurin er tí ikki bara, hvussu leingi eitt loyvi skal galda.
Spurningurin er eisini, hvør skal eiga virðini í føroysku fiskivinnuni — og hvør skal fáa ágóðan av teimum. Tí hetta snýr seg í síðsta enda um nógv meira enn fisk. Tað snýr seg um makt, virðir og hvørjum føroyskur politikkur í veruleikanum arbeiðir fyri.
Johan Carl Dam
