Sjóvar kommuna
Skráin fyri mikudagin 27. mai á Kom-út-vikuni 2026 er rúgvusmikil og spennandi.
Kl. 17.30 verður søguløta og konsert við børnum í byrjanardeildini í Borgini í Stranda skúla. Øll eru vælkomin at lurta.
Í bygdahúsinum verður spennandi kunningarfundur kl. 19.00, um eina verkætlan við vakstrartunnli, sum hevur fingið stuðul frá Sjóvar kommunu. Biografsalurin verður opin ímeðan kunningarfundurin er, so børn eru vælkomin við.
Dagurin endar við fótbólti fyri menn, har royndir sum óroyndir mans eru vælkomnir til fótbóltsspæl á vøllinum við bygdahúsið. Aldursmarkið fyri luttøku er 18 ár og eldri
Aftaná fótbóltin verður hugni í bygdahúsinum við quiz, og tá eru eisini teir menn, sum ikki luttaka í fótbóltsspælinum, vælkomnir við.
Almenna svimjingin mikudagin 27. mai er ókeypis. Svimjitíðirnar síggjast í skránni. Tíverri er hylurin ikki eins heitur, sum hann plagar at verða.
Eisini verður møguligt at telva við stórum talvfólki í Strandatúni við Garaguna hjá Georg.
Skráin fyri mikudagin 27. mai:
Frá Kl. 15:00 – Uttandura talv við Stranda talvfelag
Hvar? Í Strandatúni við garaguna hjá Georg
Stranda Talvfelag skipar aftur í ár fyri uttandura talvi frá kl. 15.00 og út á kvøldið mánadag til fríggjadag á Kom-út-vikuni.
Stórt talv verður teknað á asfaltið, og so verður møguligt at telva við stórum talvfólki.
Kl. 16:00-21:00 – Ókeypis almenn svimjing
Hvar? Svimjihylurin í Stranda skúla, Skúlavegur 7, 490 Strendur
- Kl. 16-17: Almenn svimjing fyri familjum við pinkubørnum
- Kl. 17-20: Almenn svimjing fyri øll
- Kl. 20-21: Almenn svimjing fyri vaksin
Kl. 17:30 – Søguløta og konsert við børnum í byrjanardeildini í Stranda skúla
Hvar? Borgin í Stranda skúla, Skúlavegur 7, 490 Strendur
Vit byrja í Borgini við søguløtu, og síðani fara børn í byrjanardeildini at framføra nakrar sangir
Kl. 19.00 – Kunningarfundur um verkætlanina við vakstrartunnli
Hvar? Bygdahúsið á Strondum, Fløtuvegur 90, 490 Strendur
Tá stuðul varð latin til verkætlanir úr átakinum ”Saman um bygdina” varð stuðul latin verkætlan um felags vakstrartunnil á Strondum.
Á kunningarfundinum kunnu tit hoyra meir um hesa verkætlan, hvussu hon verður skipað og hvørjar møguleikar borgarar í Sjóvar kommunu fáa við hesum.
Øll áhugaði eru vælkomin at lurta.
Kl. 20:00 – Fótbóltur fyri menn
Hvar? Vøllurin við bygdahúsið á Strondum
Allir menn, royndir sum óroyndir, eru vælkomnir til fótbóltsspæl – býtt verður í lið, sum dystast móti hvør øðrum.
Aldursmark: 18 ár og eldri
Aftaná fótbóltin verður hugni í bygdahúsinum við quiz.
