Mynd: Getty Images
“Assists”- kongurin úr Leirvík er sum gamalt vín. Hann gerst bara betur og betur við aldrinum. Og hetta staðfesti hann eisini í gjárskvøldið, tá hann átti einasmallur uppleggið (assist) til fyrsta málið, sum Viljormur Davidsen skeyt.
Í føroyskari landsliðssøguni hevur eingin lagt upp til eins nógv mál sum Sølvi Vatnhamar. Áðrenn dystin í gjár vóru Sølvi Vatnhamar og Jákup á Borg á seks uppleggum (assist) hvør.
Tað merkir tí, at um vit taka allar dystir (HM-, EM og Nations League) dystir, so hevur Sølvi Vatnhamar flest upplegg (assists) í søguni hjá føroyska A-landsliðinum.
Deil á Facebook