Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.11.2022 09:11

Asfaltarbeiði millum Gøtu og Fuglafjørð boðið út

Mynd: Landsverk

Tað var fyrr í ár, at vit her á Eysturoyarportalinum settu sjóneykuna á vegastrekki millum Norðragøtu og Fuglafjørð. Eitt vegastrekki, sum var í vánaligum standi og var ikki tíðarhóskandi til alla ferðsluna, sum ferðast har hvønn dag.

Nú upplýsir Landsverk á heimasíðu síni, at asfaltarbeiði á hesum vegastrekki verður nú boðið út. Ásettar eru 5 mió kr. u/mvg, og arbeiði verður tilluta arbeiðstakara, sum bjóðar asfaltarbeiði yvir longst strekki. Arbeiði skal gerast í ár.