Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.09.2023 15:02

Arthur skal taka sær av bygdahúsinum og ungdómstilboðnum

Mynd: Arthur Djurhuus Poulsen

Sjóvar kommuna

Kommunustýrið hevur samtykt at seta Arthur Djurhuus Poulsen í starv í bygdahúsinum og ungdómstilboðnum.

Arthur er 30 ára gamal, útbúgvin sosialráðgevi og býr í løtuni á Tvøroyri har hann er leiðari fyri ungdómshúsinum Pakkhús 4. 

Arthur byrjar í starvinum 1. desember. Fyrstu mánaðirnar verður hann í hálvum starvi, henda tíðin skal brúkast til at skipa arbeiðið í ungdómstilboðnum. 1. februar næsta ár verður starvið fulla tíð, og tá tekur hann við sum dagligur samskipari í bygdahúsinum eisini.