Rómurin var ikki til at taka feil av, tá ið griski dómaria bríkslaði dystin av á Vazgen Sargsyan Republican stadion niðri í Armenia í kvøld.
Við brotssparksmálið frá Viljormi Davidsen í 33 minuttti, sum eisini var einasta málið í dystinum, eydnaðist Føroyum at vinna dystin 0-1. Ein søguligur sigur, sum kom á júst 10 ára degnum síðani stóra bragdi í Pireus í Grikkalandi tá ið Føroyar vann 1-0.
Hetta var somuleiðis fyrsti dysturin hjá nýggja venjaraparinum, Eyðuni Klakstein og Atla Gregersen, eftir at Håkan Ericson og Eli Hentze vóru koyrdi til hús fyrr í ár.
Frøðin var eisini stór í skiftingarrúminum eftir dystin, har leikarar og venjaratoymið frøddust saman.
Sí video sum FSF eigur.